Katrin Olsen heldur fyrilestur á Faroexpo ráðstevnuni
Katrin Olsen, føroyskur rógvari á altjóða støði, kemur at hava áhugaverdan fyrilestur á Faroexpo ráðstevnuni.
Evnið á hennara fyrilestri er "Hvussu kunnu mál flyta mørk?"
Katrin
Olsen er 30 ára gomul, útbúgvin lækni og hevur í nógv ár róð í
frítíðini. Gjøgnum árini hevur hon sett sær strategisk mál, og hevur
hon í ár luttikið í OL í Kina. Katrin hevur víst at til ber flyta seg
frá føroyskum kappróðri til DM, HM og OL.
Fyrilesturin fer at
snúgva seg um málsetning: hví tú setir tær tílík mál og hvussu tú nært
hesum málum. Hvussu kann hetta yvirførast til vinnulívið?
Veitst tú eini tíðindi? Boða okkum frá á tlf: 777 123