Veðrið í dag
  • 12 °C
  • strúkur í vindi av eystri
08-02-2010 19.00
Elektron framhaldandi høvuðsstuðul hjá B36
B36 og Elektron hava nú longt stuðulssáttmálan partanna millum, soleiðis at Elektron eisini tey komandi tvey kappingarárini verður høvuðsstuðul hjá B36

Kristjan á Neystabø, formaður í B36, og Richard Mortensen, varastjóri á Elektron, hava undirskrivað ein nýggjan tvey ára sáttmála, sum ber í sær, at Elektron verður høvuðsstuðul hjá fremsta mansliði hjá B36 fram til árslok 2011.


- Vit undirskrivaðu ein eitt ára sáttmála í fjør og eru vit so mikið nøgd við samstarvið, at vit hava gjørt av at longja sáttmálan.

- B36 hevði stórar avbjóðingar seinasta kappingarár bæði á og uttanfyri vøllin, men megnaði at koma ígjøgnum brótasjógvin í øllum góðum. Hetta var millum annað við stuðli frá okkum, har Elektron samstundis fekk eitt gylt høvi at gerast meira sjónligt í almenna rúminum, nú vit sum fyritøka kunnu bjóða øllum føroyskum fyritøkum og stovnum fjølbroyttar KT-tænastur.

Hetta sigur Richard Mortensen, varastjóri á Elektron, sum leggur afturat:

- B36 hevur sett sær nýggj og spennandi mál komandi kappingarár, og Elektron ynskir við sá ttmálanum at stuðla B36 í at røkka sínum málum.

Eisini Kristjan á Neystabø fegnast um sáttmálan við Elektron:

- B36 hevur myndað oddin í føroyskum mansfótbólti í nógv ár, og eftir at vit í fjør í ávísan mun máttu byrja av nýggjum - bæði ítróttarliga og fíggjarliga - hava vit nú sett okkum hægri mál fyri komandi kappingár. Hetta krevur eisini eina fíggjaliga orku, sum Elektron er við til at styrkja, sigur Kristjan á Neystabø um nýggja stuðulssáttmálan við Elektron.

Veitst tú eini tíðindi? Boða okkum frá á tlf: 777 123


Ì grein í miðlunum hevur Bjarni Djurholm áhugaverda grein um búskaparligu støðu Føroya.
90% taka lut, tá val er. Men skipanin virkar so illa, at næstan eingin fær tað, hann vil hava. Her eru nøkur uppskot um ábøtur
Saman við tøkniligu broytingunum seinastu árini eru aðrar almennar samfelagsbroytingar eisini stórar. Nýggja tíðin setur stór krøv til tey vaksnu.
Línubáturin Sjóstjørnan verður seldur, um hóskandi boð fæst
Onkursvegna ljóðar tað meira álítandi, tá tað eru embætismenn, sum siga tað, ið sagt verður.
ABC-samgongan noyðist niður í politiska maskinrúmið at skrúva tey røttu handtøkini, áðrenn ov seint er
Løgtingið hevði í vikuni sum fór aðalorðaskiftið um álitið Málmørk
Nummarleitarin
Persónur, virki, nummar
Sjónvarp