Kári P Højgaard undrast á, hví laboratoriutænastan í Runavík er stongd vegna verkfall hjá nøkrum portørum í Havn. Niðanfyri er fyrispurningur hansara til landsstýrismannin
Munnligur
fyrispurningur til Aksel Johannesen landstýrismann í
heilsumálum.
Viðvíkjandi
verkfalsraktari laboratoriutænastu í Runavík.
-
Hví
verður laboratoriutænastan í Runavík rakt av
portørverfallinum, tá tað eru
bioanalytikarar/laborantar, ið røkja hesa tænastu ?
-
Er
tað bert í Runavík, at laboratoriutænastan
enn einaferð verður rakt ?
-
Er
landstýrismaðurin kunnaður um støðuna ?
Viðmerkingar
So
hendi tað enn einaferð.
Á
heimasíðuni hjá Útvarpinum stendur at lesa
undir lýsingum
mánadagin,
8. februar - 18:15
Frá
Landssjúkrahúsinum
.
Vegna
verkfall verður eingin labratorietænasta í Runavík
í morgin. Rannsóknarstovan
Laboratoriutænastan
í Runavík varð stongd tveir mánaðar
seinasta summar.
Síðan
bleiv skelti sett á hurðina, at laboratotiið varð
stongt frá 1. oktober til 1. januar 2009 vegna sparingar,
hóast hesar sparingar einans vóru nakrar fáar
túsund krónur.
Tá
landstýrismaðurin, eftir fyrispurning um óskilið,
hevði staðið fyri skotum í Løgtinginum, har
tingfólk úr nærum øllum flokkum gjørdu
honum greitt, at tey ikki kundu góðtaka slíkar
ógrundaðar sparingar, bleiv trupuleikin loystur. Aksel
Johannesen boðaði í hesum sambandi frá, at
slíkt skuldi ikki henda aftur, uttan at hann varð
fráboðaður.
Tænastan
er bert týsdag og í morgin koma brúkarar enn
einaferð á stongdar dyr, hesaferð er grundgevingin
verkfall.
Trúvirði
og trygdin við hesi tænastu hvørvur, um tað er
regulin heldur enn undantakið at koma á stongdar dyr, tí
neyvan lurta øll eftir útvarpslýsingunum.
Kári
P. Højgaard
løgtingsmaður