Í dag mánadagin tann 8. februar kl. 14.00 varð gávugóðs latið Herborg Silju Strøm úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.
Gávugóðsið verður sambært viðtøkum grunsins
uttan umsókn givið einum ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at
útbúgva seg.
Gávugóðsið, sum er 60.000
kr., varð latið Silju við hesi grundgeving:
Silja Strøm (f. 16. januar 1987) hevur við
evnaríkum tekningum luttikið á Ólavsøkuframsýning, og í 2008 hevði hon
framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har umhvarvið av einum komandi listafólki av
álvara hómaðist.
Í 2007 byrjaði Silja
hægri listarliga útbúgving á The Glasgow School of Art, og seinasta heyst var
hon so heppin at sleppa at vera gestalesandi á Akademie der bildenden Künste í
Wien.
Hon hevur eisini luttikið á
fleiri framsýningum á høgum støði.
Serframsýning
hennara "we will sink and settle on the waves" var í Mentamálaráðnum
í 2009.
Í úrvalsframsýningini
"Myndaódnin" á Steinprenti um jólini hingu tvær sera áhugaverdar
prentmyndir hennara ímillum myndir hjá Per Kirkeby og Marius Olsen.
Silja er ung og undir útbúgving, og tað sæst
longu, at listagávur hennara eru sjáldsama væl paraðar við skynsemi og áræði og
einum gjøllhugsaðum, varisligum og tálmaðum yvirbrá, sum gevur ábendingar um
ein sermerktan fínleika, samstundis sum listakvinnan í øðrum myndum veruliga
torir at vera ljót og øðrvísi í sínum lýsingum.
Í nevndini fyri grunnin sita Magnus Tausen,
formaður í Føroya Lærarafelag, Oddfríður M. Rasmussen, formaður í Listasambandi
Føroya og Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya.
Kelda: Fróðskaparsetur Føroya