Veðrið í dag
  • 12 °C
  • strúkur í vindi av eystri
09-02-2010 02.00
Sirkus Bio vísir Føroya fyrsta spælifilm
Tvey tey næstu Sirkus Bio-týskvøldini bjóða teir tveir spælifilmarnar hjá Katrini Ottarsdóttir. Tann fyrri filmurin, sum verður vístur í kvøld, týskvøld 9. februar, er fyrsti veruligi spælifilmurin í føroyskari søgu, Atlantic Rhapsody. Týsdagin í næstu viku verður tað Bye, Bye Bluebird.

Tíðindaskriv:

Tvey tey næstu Sirkus Bio-týskvøldini bjóða teir tveir spælifilmarnar hjá Katrini Ottarsdóttir, sum í seinastuni er komin út við ómetaliga væl móttiknu dokumentarunum um Hans Paula Olsen, Tórodd Poulsen og Jóanes Nielsen. Tann fyrri filmurin, sum verður vístur í kvøld, týskvøld 9. februar, er fyrsti veruligi spælifilmurin í føroyskari søgu, Atlantic Rhapsody . Týsdagin í næstu viku verður tað Bye, Bye Bluebird .

Atlantic Rhapsody er frá 1989 og vísir 52 ymsar myndir ? ella søgur ? úr Tórshavn. Til dømis ein pápa og eina dóttir, sum eta morgunmat, ímeðan nakrir sløkkiliðsbilar koyra framvið. Ein kona og barnið hjá henni hyggja at eldinum og møta einum giftum pari, sum heilsa uppá ein mann, ið fer út við bátinum hjá sær... og soleiðis halda søgurnar fram.

Sló øll met
Filmurin varð frumsýndur í 1989 og sló tá øll met. Til dømis vóru fleiri og hugdu eftir Atlantic Rhapsody enn eftir amerikanska stórfilminum Out of Africa, ið varð vístur um sama mundið. Sjálvt um filmurin eydnaðist væl, er hann ongantíð enn blivin útgivin á DVD og hevur tí verið sera ringur at fáa fatur á. Burtursæð frá at verða vístur í Havnar Bio í fjør, er hetta uttan iva fyrstu ferð, at mong fáa møguleikan at síggja hann.

Leikarar
Við í Atlantic Rhapsody spæla eitt nú Páll Danielsen, Erling Eysturoy, Elin K. Mouritsen, Katrin Ottarsdóttir sjálv, og so sær mann eisini løgmann, Kaj Leo Johannesen, sum stuntkoyrara, og tónleikaran, Búa Dam, sum smádrong.

Filmurin byrjar klokkan 21.00 ? í kvøld í Sirkus.

Veitst tú eini tíðindi? Boða okkum frá á tlf: 777 123


Ì grein í miðlunum hevur Bjarni Djurholm áhugaverda grein um búskaparligu støðu Føroya.
90% taka lut, tá val er. Men skipanin virkar so illa, at næstan eingin fær tað, hann vil hava. Her eru nøkur uppskot um ábøtur
Saman við tøkniligu broytingunum seinastu árini eru aðrar almennar samfelagsbroytingar eisini stórar. Nýggja tíðin setur stór krøv til tey vaksnu.
Línubáturin Sjóstjørnan verður seldur, um hóskandi boð fæst
Onkursvegna ljóðar tað meira álítandi, tá tað eru embætismenn, sum siga tað, ið sagt verður.
ABC-samgongan noyðist niður í politiska maskinrúmið at skrúva tey røttu handtøkini, áðrenn ov seint er
Løgtingið hevði í vikuni sum fór aðalorðaskiftið um álitið Málmørk
Nummarleitarin
Persónur, virki, nummar
Sjónvarp