Sjáldsom mynd av døtrum spanska forsætisráðharrans
Spanska forsætisráðharranum hevur higartil eydnast at goymt døtur sínar burtur, og henda myndin er helst fyrsta myndin av teimum, ið er komin alment fram í sponskum miðlum
Myndin er tikin á einum listasavni fyri nýmótans list í Madrid, har hjúnini Obama vóru vertir. Saman við Obama hjúnunum síggjast spanski forsætismálaráðharrin, José Luis Rodriguez Zapatero, kona hansara, Sonsoles Espinosa, og døturnar Laura, ið er 16 ár og Alba, sum er 13.
Hóast Zapatero hevur verið almennur persónur í mong ár, hevur honum og konuni eydnast at hildið døturnar burtur frá almennum myndatøkum. Í Spania hevur hann loyvið at noktað miðlum at almannakunngera myndir av teimum.
Myndin omanfyri varð kortini løgd út á Flickr síðuna hjá U. S. State Departement. Síðan hevur myndin vakt ans. Serliga tí yngra dótturin høgrumegin er ílatin sum goti í síðum svørtum kjóla og hernaðarstyvlum, umframt nakað ríkiligt av tjúkkari svartari maskara kring eyguni.
Onkur ikki serliga jaligur viðmerkjari skrivar eisini um frú Obama, at hon er ílatin gardinur og ikki serliga vakrar skógvar.
Keldur: Guardian, Examiner og BBC
Veitst tú eini tíðindi? Boða okkum frá á tlf: 777 123