Veðrið í dag
Einki samband við veðurkortið: The remote server returned an error: (404) Not Found.
30-09-2009 17.00
Framtíðar havvindmyllurnar skulu kunna flóta
Heimsins størsti vindmylluframleiðari, Vestas í Danmark, miðar eftir, at framtíðar havvindmyllurnar skulu flóta

Fyritøkan er tí farin undir granskingarsamstarv við norska granskingarstovnin Nowitech um flótandi fundament, ið hóska til havdýpdir uppá meira enn 30 metrar.

- Vit hyggja leypandi at ymsum loysnum og tilfari, sum kunnu lækka útreiðslurnar fyri orku frá framtíðar havvindmyllum. Í hesum sambandi kunnu flótandi fundament vera ein møguleiki, og tí vilja vit vera við í týdningarmiklu granskingini, ið fer fram, sigur Anders Søe-Jensen, sum er stjóri á havmylludeildini hjá Vestas, í einum tíðindaskrivi.

Mest framkomna myllan í heiminum

Fráboðanin kemur beint eftir, at Vestas herfyri sýndi fram eina nýggja útgávu av havvindmylluni hjá fyritøkuni á evropeiskari havvindmyllu-ráðstevnu í Stockhólmi.

Myllan V112-3.0 MW kann sambært Vestas framleiða meira streym enn nøkur onnur mylla í 3 MW-bólkinum.

- Vit eru av álvara við í frálandamarknaðinum og fara at avdúka upp aftur meira á økinum næstu mánaðirnar, sigur Anders Søe-Jensen eisini í tíðindaskrivininum.

Nowitech hevur arbeitt við flótandi fundamentum til vindmyllur í mong ár og hevur millum annað samband við heimsins fyrstu flótandi vindmyllu, sum varð tikin í nýtslu fyrr í hesum mánaðinum.

Norra hevur fingið heimsins fyrstu flótandi vindmyllu

Fráboðanin frá Vestas kemur í kjalarvørrinum av, at Statoilhydro tók heimsins fyrstu flótandi vindmyllu í brúk, 10 kilometrar í ein útsynning úr norsku oynni Karmøy fyri trimum vikum síðani.

Myllan kallast Hywind og er ein 2,3 megawatt vindmylla frá danska Siemens Wind Power. Vindmyllan skal royndarkoyrast í tvey ár til tess at fáa greiði á, hvussu vindur og aldur ávirka konstruksjónina, og hvussu konseptið kann mennast.

Harumframt skal hon eisini avdúka hol í tøknini, sum sambært Statoilhydro framvegis er óbúgvin, og tískil er myllan ikki klár at senda á marknaðin enn.

Hywind vigar 5300 tons, er 65 metrar høg, og diameturin á veingjunum er 80 metrar. Myllan kann flóta á einum dýpi uppá 120-700 metrar.

Nýggj vindmylla frá Siemens

Eisini Siemens er komin á vøllin við eini nýggjari myllu beint nú. Talan er um eina nýggja útgávu av 3,6-megawatt vindmylluni hjá fyritøkuni. Hon hevur ein veingjadiametur uppá 120 metrar. Myllan er útgjørd við kendu tøknini frá SWT-3.6-107, men fer væntandi at framleiða eini 10 prosent meira elektrisitet, skrivar ing.dk.

SEV
Veitst tú eini tíðindi? Boða okkum frá á tlf: 777 123


Robbie Williams broytir sangtekst, sum avnoktar, at Jesus doyði fyri okkum
Indiskir skurðlæknar verða skuldsettir fyri at fremja kynsskifti, tí foreldur ynskja at broyta gentubørn til dreingjabørn
Flestu eru samd um, at tað var eitt stórt framstig fyri fíggjarlógararbeiðið og umsiting av játtaða peninginum, at játtanarskipan landsins var samtykt á várið 2009.
Í Føroyum skrivar og tosar annað hvørt fólk um 'tilfeingisgjald' á okkara fiskivinnu til at fylla hol í landskassanum av almennari ovurnýtslu.
Tað er ein løgin meinhugi, sum kemur upp í fólki, tá syndabukkar verða útnevndir
Politiska støðan er sera vandamikil og merkt av ábyrgdarloysi.
Nummarleitarin
Persónur, virki, nummar
Sjónvarp