Veðrið í dag
  • 12 °C
  • frískur vindur av landsynningi
30-09-2009 18.00
Ovurstórur diamantur funnin
Ein nýggjur stórur diamantur er funnin í sama námi í Suðurafrika, har heimsins størsti varð funnin fyri mongum árum síðan
Ein fegin námsstjóri sýnir á myndini fram henda nýfunnað diamantin, ið er 507 karat. Hetta gevur meira enn 100 gramm í vekt og yvir 100 milliónir krónur í virði. Saman við hesum diamantinum vórðu eisini funnir tríggir aðrir hvítir diamantar, sum vóru 168, 58,50 og 53,30 karat, so námsstjórin, Johann Dippenaar, hevur alla orsøk at vera fegin.
Diamantarnir vórðu funnir í kenda Culinan-náminum í Suðurafrika, ið er kent fyri at hava veitt heiminum nakrar av størstu og fagrastu diamantunum. Felagið, ið rekur námið nevnist Petra Diamonds. 
Heimsins størsti diamantur varð funnin í hesum námið í 1905. Hann var 3106 karat til støddar. Vektin var 612 gramm, og var tað ivaleysa nóg mikið til at skera hann sundur í fleiri flottar steinar, harav summir eru partur av bretsku krúnjuvelunum.
Hesin diamanturin er nummar 19 á listanum yvir stórar diamantar.

KRONJUVEL? Firmaet som fant diamanten mener den kan sammenlignes med tidligere diamantfunn som er blitt en del av de britiske kronjuvelene. Foto: EPA/PETRA

Keldur: BBC og Guardian
Veitst tú eini tíðindi? Boða okkum frá á tlf: 777 123


Ì grein í miðlunum hevur Bjarni Djurholm áhugaverda grein um búskaparligu støðu Føroya.
90% taka lut, tá val er. Men skipanin virkar so illa, at næstan eingin fær tað, hann vil hava. Her eru nøkur uppskot um ábøtur
Saman við tøkniligu broytingunum seinastu árini eru aðrar almennar samfelagsbroytingar eisini stórar. Nýggja tíðin setur stór krøv til tey vaksnu.
Línubáturin Sjóstjørnan verður seldur, um hóskandi boð fæst
Onkursvegna ljóðar tað meira álítandi, tá tað eru embætismenn, sum siga tað, ið sagt verður.
ABC-samgongan noyðist niður í politiska maskinrúmið at skrúva tey røttu handtøkini, áðrenn ov seint er
Løgtingið hevði í vikuni sum fór aðalorðaskiftið um álitið Málmørk
Nummarleitarin
Persónur, virki, nummar
Sjónvarp