Veðrið í dag
  • 12 °C
  • frískur vindur av landsynningi
01-10-2009 07.00
Rampa til stríðsvognar flutt við søkkiskipinum
Ein serframleidd rampa til flutning av stríðsvognum millum skip varð týsdagin sleipað út til Mighty Servant 3, ið lá undir á fjørðinum við Andøya í Norra. Slóð til klipp er undir greinini
Vit hava fyrr skrivað um hetta løgna skip, sum vekur ans allastaðni, har tað leggur leiðina framvið. Skipið skal flyta eina sergjørda rampu til USA. Rampan er framleidd í Kristianssand og skal nýtast til at flyta stríðsvognar millum skip. Tað er amerikanski herurin, ið hevur keypt hana.
Á myndini omanfyri eru teir í holtur við at søkka skipið niður. Tá rampan er til reiðar at verða sleipað inn yvir skipið, er dekkið 20 metrar undir vatnskorpuni. tá so rampan er komin upp á pláss, verður skipið hevað aftur, so rampan er turr.


Henda rampan er rættiliga framkomin og nýskapandi. hon tolir 70 tons og skal gera amerikanska herin leysan av havnum í fremmandum økjum kring heimin. Mighty Servant 3 skal vera við í royndarverkætlan við rampuni í mexikanska golfinum fram til januar, tá avgerð verður tikin, um fleiri rampur av hesum slagi skulu gerast.

Síggj rampuna verða setta á skipið

Les meira um rampuna og sí animatión

Veitst tú eini tíðindi? Boða okkum frá á tlf: 777 123


Ì grein í miðlunum hevur Bjarni Djurholm áhugaverda grein um búskaparligu støðu Føroya.
90% taka lut, tá val er. Men skipanin virkar so illa, at næstan eingin fær tað, hann vil hava. Her eru nøkur uppskot um ábøtur
Saman við tøkniligu broytingunum seinastu árini eru aðrar almennar samfelagsbroytingar eisini stórar. Nýggja tíðin setur stór krøv til tey vaksnu.
Línubáturin Sjóstjørnan verður seldur, um hóskandi boð fæst
Onkursvegna ljóðar tað meira álítandi, tá tað eru embætismenn, sum siga tað, ið sagt verður.
ABC-samgongan noyðist niður í politiska maskinrúmið at skrúva tey røttu handtøkini, áðrenn ov seint er
Løgtingið hevði í vikuni sum fór aðalorðaskiftið um álitið Málmørk
Nummarleitarin
Persónur, virki, nummar
Sjónvarp