Veðrið í dag
  • 12 °C
  • frískur vindur av landsynningi
01-10-2009 09.00
Arto minkar í stórum
Seinasta hálvtannað árið er Arto minkað við 80 prosentum í sýndum síðum. Sama tíðarskeið er helmingurin av brúkarunum horvin. Orsøkin sigst vera Facebook
Í januar 2008 hevði Arto 750 milliónir sýndar síður, men í juli í ár var hetta talið komið niður á 150 milliónir. Brúkarar fara frá Arto í stórum tali, og tíðin, tá nærum øll donsk børn høvdu ein profil á Arto, er farin aftur um bak. Síðan Facebook av álvara fekk fótafesti millum ung og børn í Danmark, er brúkaraskarin tódnaður í stórum. Einu tíðina vóru 800.000 brúkarar skrásettir á Arto, men nú er bert helmingurin eftir. Hesi tøl koma fram í rapport frá FDIM, Foreningen af Danske Interaktive Medier.
Hóast Arto sostatt er minkað, er talan framvegis um eina rættiliga stóra netsíðu, har rættiliga nógv ferðsla er. So er spurningurin, um fólkini handan Arto megna at venda gongdini.

Kelda: FPN

Veitst tú eini tíðindi? Boða okkum frá á tlf: 777 123


Ì grein í miðlunum hevur Bjarni Djurholm áhugaverda grein um búskaparligu støðu Føroya.
90% taka lut, tá val er. Men skipanin virkar so illa, at næstan eingin fær tað, hann vil hava. Her eru nøkur uppskot um ábøtur
Saman við tøkniligu broytingunum seinastu árini eru aðrar almennar samfelagsbroytingar eisini stórar. Nýggja tíðin setur stór krøv til tey vaksnu.
Línubáturin Sjóstjørnan verður seldur, um hóskandi boð fæst
Onkursvegna ljóðar tað meira álítandi, tá tað eru embætismenn, sum siga tað, ið sagt verður.
ABC-samgongan noyðist niður í politiska maskinrúmið at skrúva tey røttu handtøkini, áðrenn ov seint er
Løgtingið hevði í vikuni sum fór aðalorðaskiftið um álitið Málmørk
Nummarleitarin
Persónur, virki, nummar
Sjónvarp